Fípan Fagra

TYR · Land

Skalli undir fjally byr garpar til hann ríða:

Táð var honum til eydnu lagað hann átti dóttur fríða.



Há trummar í høll hermenn ríða fram

Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.



Eirikur gongur frá strondum niðan ein vid ongar sveinar

Hann sær frúgv við akur sita talar við hana eina.



Há trummar í høll hermenn ríða fram

Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.



"Tað var mær til eydnu lagad eg skuldi akur goyma

Siti eg úti árla og síðla eg kann ikki vánir gloyma."



Há trummar í høll hermenn ríða fram

Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.



"Eg vi teg við sømdir fá, ást og góðan vilja

fagra teg so til hallar heim, og teg frá vánum skilja."



Há trummar í høll hermenn ríða fram

Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.



Risin gonir frá srtondum niðan ein við ongar sveinar

hann sær frúgv við akur sita talr við hana eina.



Há trummar í høll hermenn ríða fram

Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.



Kjaftur hans er ógviligur, nasarnar tær eru langar

So eru hansara kjálkabein sum fjórðung var at ganga.



"Tá ið tú kemur í trongan skógv, tú hav væl onnur klæði

Rív upp á teg bjørkuvid, tad javnt við jørðina dragi!"



Há trummar í høll hermenn ríða fram

Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann.



"Navn hevur tú av neyðum fingið so tíni klæði skorin

Tað er ikki á tínari ævi tú hevur tað tílíkt borið!"