Gátu Ríma

TYR · Land

Gestur villur frá høllini gongur,

blindur er hann og fáur;

møtir hann einum gomlum manni,

allur í hærum gráur.



"Far tú tær í grasgarðar

og ráð fyri tínum bú;

eg skal mær fyri Heiðrik kong

og gátur kenna nú."



Treðum lættliga dansin,

dagurin skín so fagurliga;

komið er hægst á summarið.



"Tríati eru gáturnar,

git mær eina av teim:

Hvussu eitur sá reyða trumma,

ið slær yvir allan heim"?



"Vita man eg gátuna,

eg giti tað fyrstu av teim:

Toran eitur sá reyða trumma,

ið slær yvir allan heim".



Treðum lættliga dansin,

dagurin skín so fagurliga;

komið er hægst á summarið.



"Vita man eg gátuna,

eg fari ei við tí hátt:

Óðin ríður sínum hesti

bæði um dag og nátt."



Óðin gjørdist villini fuglar,

fleyg sær út á hav,

brendi inni Heiðrik kong

og alt tað lið, har var.



Treðum lættliga dansin,

dagurin skín so fagurliga;

komið er hægst á summarið.